Bogi Eliasen
cand.scient.pol
Pisa kanningin loypti hvøkk okkara samfelag. Tíð varð til sjálvsransakan og at hyggja eftir hvat hetta er fyri nakað. Talan var um eina undankanning og ikki eina endaliga kanning, og tí vitanin var um at úrslitið bert varð vegleiðandi. Fyribilskanningin bleiv tó almannakunngjørd, og her var eingin ivi um at okkara Fólkaskúlaskipan ikki er nøktandi. Um tað var rætt ella skeivt at almannakunngerða eina forkanning er ein góður spurningur, sum nortið verður við seinni.
Kjakið
Kjakið bar beinanvegin brá av tveimum; at næmingar vardu seg við at teir ikki tóku uppgávuna í álvara, og at lærarastættin stóð fyri skotum. Líkamikið, fólkaskúlin var heldur ikki nóg góður tá eg gekk har frá 1980 til 1990, og hann hevur ikki ment seg síðani, hvørki absolut ella relativt.
Um tað fyrsta er at siga; hví taka næmingarnir ikki eina slíka kanning í álvara. Kann man ikki við góðari samvitsku krevja tað av tannáringum? Er talan í veruleikannum ikki um eitt symptom uppá, at alt ov lítið verður kravt av næmingunum. At fara burtur frá disiplin, krevur at man leggur doyðin á sjálvdisiplin, annars gerst alt ein nyttu- og úrslitaleys ringrás. Tað er langt frá myrka skúlanum til einki at krevja. Partur av sjálvsdisiplin er eisini at kunna hátta sær sømiliga, soleiðis at lærarin kann hava skil á flokkinum, uttan at hann noyðist at revsa næmingarnar.
Stovnar
Sum vælferðasamfeløgini í grannalondum okkara, hava vit eisini havt stórar broytingar í samfelagsmynstrinum, soleiðis at bæði foreldrini arbeiða og at børnini verða ansaði á stovni. Tað er jú greitt at børnini skulu ansast, og um samfelagið krevur bæði foreldrini á arbeiðsmarknaðin, so má eisini skipast soleiðis fyri, at børninini verða ansaði. Hetta er ein uppgáva sum tað almenna hevur í norðulenska vælferðafrymlinum.
Føroysk uppaling
Í Føroyum hevur ein av styrkinum í mentanini verið uppalingin, har børnini sluppu at verða við. Foreldur, ommur, abbar, gubbar o.s.fr. tóku børnini við inn í funktiónir fyri at læra førleikar, sum mett varð neyðugt at geva børnum í førningi til lívið. Hetta var bæði at fara á fjall, á flot, fletta, ambæta kríatúrunum, binda, gera mat og hjálpa til. Kanska serliga á bygd var hetta ein eyðkendur partur, eisini tá eg var smádrongur.
Broytingin
Men ynski var sjálvsagt at menna Føroyar, og ein partur av hesum var at børnini skulu á stovn. Og tað haldi eg eisini er í lagi, ella fínasta slag. Men her hava vit gjørt eina dára ger í mátanum. Høsnagarðar til børn, altso barnagarðar, blivu gjørdir og har skuldu børnini ansast. Uttan mál og mið og uttan hugsan um hvaðani børnini nú skuldu fáa sín sterka og serføroyska førning frá, skuldu tey nú inn í garðar at vera mesta av degnum.
Eg havi einki ímóti barnagørðum, men eg havi nógv ímóti at man ikki setur mál fyri hvat skal gerast og gevast í førningi til børnini í barnagørðum. Tað ræður ikki um, at tey skulu sita í skúla sum fimm ára gomul, men tað er um at vit kunnu ikki koyra børn í garðar í 7 ár, og so bara rokna við at ein undirraðfestur fólkaskúli megnar rest. Fyrr fingu børnini førningin, og tað hava tey líka nógv, um ikki enn meira tørv á honum nú. Tað krevur, at vit vilja gjalda tað tað kostar at hava slíkar stovnar, ikki bara fyri børnunum men eisini fyri okkum sjálvi, so vit fáa sum mest burturúr tí tilfeingi, sum børnini eru fyri samfelagi.
Fólkaskúlin
Fólkaskúlin skal mennast munandi, men vit skulu eisini hugsa um førningin tey skulu hava áðrenn tey koma í skúla. Børn verða alsto fødd sum 0 ára gomul, ikki sjey ára gomul. Tí skulu vit hugsa um hvat børnini skulu megna áðrenn tey koma í skúla. Vit skulu krevja nógv meira av foreldrinum, soleiðis at uppalingaruppgávan hvílir á heiminum. Vit skulu eisini hugsa um, at børnini skulu læra at hugsa sjálvi, at menna seg til sjálvstøðugar persónar, sum kunnu virka saman við øðrum. Tað er her vit skulu leggja førningin sum ger at vit fáa persónar sum tora og vilja taka avgerðir, sum hava hugflog og sum tíma at læra og líta frameftir. Ikki neyðturviliga í einum og øllum, men lívið byrjar í føðingini, ikki sjey ár aftaná. Tá ein partur av menningaruppgávuni er uttan fyri heimið, so er neyðugt at hetta verður skipað, og hjá okkum er langt á mál. Nei Pisa er ikki bert fólkaskúlin, tað er nógv meiri enn tað. Og skal ein fyribilskanning almannakunngerast? Ja um mett verður at hon er nóg væl gjørd, og at úrslitið hevur so stóran almennan áhuga, at tað ikki kann bíðast eftir sjálvari kanningini. Hetta merkir tó ikki at skúlin ikki skal betrast, tí tað skal hann. Ikki bert fyri at Pisa-optimera hann, men fyri at hann gerst best møguligur fyri okkara samfelag.
Hetta meinast at skúlin ikki skal mennast við tí endamáli at fáa hægst PISA próvtøl, men eftir tí tørvi samfelagið hevur.










