PISA kunngjørt í morgin

PISA kanningarnar, sum verða gjørdar í 65 londum, verða kunngjørdar í morgin. Mentamálaráðið hevur boðið til tíðindafund, tá føroyska úrslitið verður avdúkað. Nógv umrøddu PISA kanningarnar verða almanna kunngjørdar í morgin. Eisini føroysku úrslitini verða kunngjørd, og í øllum teimum 65 londunum, sum kanningarnar verða gjørdar.

Men tað eru kortini ikki øll, ið eru líka fegin um hesar kanningarnar, og eitt nú formaðurin í danska lærarafelagnum, Anders Bondo Christiansen, sigur, at PISA kanningarnar als ikki testa næmingarnar á teimum økjum, sum tey fáa brúk fyri seinni í lívinum.

Formaðurin í danska lærarafelagnum kallar kanningina fyri tað reina tvætl.

- Kanningin testar als ikki teir førleikar, sum næmingarnir fáa brúk fyri seinni í lívinum. PISA minnir meiri um ta intelligensroynd, sum eg tók, tá eg var inni sum soldátur. Hon kann ikki brúkast til nakað sum helst, sigur Anders Bondo Christiansen við Berlinske Tidende.

Heldur ikki Margrethe Vestager, sum var undirvísingarráðharri í 1998, tá PISA varð innført í Danmark, er glað fyri gongdina.

- Eg havi onkuntíð hugsað, um hetta var eitt vána hugskot at innføra PISA í Danmark. Men eg haldi bara, at PISA er vorðið ein kápa fyri førda skúlapolitikkin í Danmark. Sjálvt um PISA verður misnýtt politiskt, so eru kanningarnar áhugaverdar, sigur Margrethe Vestager.