Jón Ellenderzén
Oyrarbakki
PISA-kanningin skelkar ikki meg, tí eg meti hana at vera óseriøsa. Hinvegin skelkar tað meg, at føroyingar trokast um at sleppa framat at rakka skúlaverkið og ungdómin niður. Men, har ræðini eru, har flokkast gribbarnir.
Tað er tó ikki av ongum, at Leon Paul Fargue sigur soleiðis um hugtakið intelligensur: Intelligensurin er ein herhøvdingi, sum altíð kemur ov seint til stríðið og sum tískil kjakast, tá stríðið er liðugt. Og hetta er júst tað, vit hava upplivað seinastu dagarnar, nú ein PISA-kanning vil vera við, at føroysk børn eru býttari enn næstan øll onnur.
Trupulleikin við slíkum kanningum sum hesi PISA-kanningini er, at hon er gjørd eftir einum avoldaðum amerikanskum intelligensmátingar-modellið, sum hevur ein uppruna, sum hevur sera lítið við intelligenta hugsan at gera. Tað var nevniliga so, at amerikanski herurin kom fram til eina miðalhædd á amerikanskum hermonnum hin sonevnda klokkumodellið, tí kurvan minti um eina borðklokku, sum er hægst í miðjuni.
Miðalhædd tað sama sum miðalintelligensu í USA!
Javel, hugsaðu teir smartu amerikumenninir í herinum, har javnan verður staðfest, at intelligensurin ikki er serliga høgur, millum annað tí, at teir flestu hermenninir hava lítla og onga skúlagongd. Tá vit kunnu staðfesta eina miðalhædd, so mugu vit eisini kunna staðfesta ein miðal intelligens! Sjálvur Bush kundi ikki havt hugsað tað betri. Og her tosa vit um intelligens sum fenomenið: at hava evni at ganga í skúla, sum í veruleikanum var tað, kanningarnar skuldu vísa.
Út frá klokkumodellinum var miðalintelligensurin settur til at vera IQ 100, altso: tey, sum lógu omanfyri, vóru klókast meðan tey, sum lógu niðanfyri, vóru býttast. Hetta miðaltal hevur síðani verið tillagað nakrar ferðir, men lat okkum halda okkum til IQ 100. Altso: út frá eini máting av miðalhædd gjørdu amerikumenn eina teori um ein miðalintelligens. Hædd var tó ikki tikin fyri øðrum, enn evnunum at ganga í skúla ella: at klára seg í hægri/ miðalhøgum lesnaði.
Ikki fyri handverkarar ella seyðamenn
Vart tú timburmaður, bilførari, rørsmiðjur, skipari ella seyðamaður, hevði tú lítlan og ongan møguleika at fáa eitt rímiliga høgt IQ, tí spurningarnir vóru allir úr einum umhvørvi, tú lítið og einki kendi til. Tíbetur hevur hugtakið praktiskur intelligensur fingið størri og størri rúmd, men tað eru lond, fólkaklassar v.m., sum framvegis síggja upprunaliga intelligenshugtakið sum tað einasta sanna. Nú er fakta, at tað ikki ber til at viðgera hetta evnið nágreiniliga her, tí tað krevur nógv pláss. Men eg byggi mína vitan á tað tilfar, sum eg nýtti, tá eg gjørdi ársuppgávu á Kbh. Universitet á Amager í Specifik Intelligens kan man tale om, at personer med hjerneskade udvikler en specifik intelligens på samme måde som autister! Hetta var tá eg læs Námsrfrøði á KUA har pensum hevði høvuðsheitið: Kognition læren og motivation, so eg meti, at baklandið er í lagið.
Eitt annað sum ger seg galdandi við slíkum kanningum er, at tær eru statistiskar tá statistikkur er sum ringast, og hædd verður ikki tikin fyri hvørja ávirkan td. hølisumhvørvið hevur, hvørja ávirkan orðingin/ málið í uppgávuni hevur eru td. fleiri fremmandorð, sum føroysk børn ikki eru von við; er orðalagið av einum slíkum slagið, at føroysk børn eru í vanda fyri at misskilja ella mistolka spurningin o.sfr. Harafturat verður yvirhøvur ikki tikin nøktandi hædd fyri mentunarligum ymiskleika o.sfr.
Statistikkur er sum ein bikini
Nakrir kendir og viðhvørt vísir menn hava sagt sína hugsan um, tá statistikkur verður brúktur til at prógva ella vísa á okkurt, sum eins væl kundi givið eitt heilt annað úrslit, var útgangsstøðið øðrvísið:
Við statistikki kanst tú prógva alt eisini tað mótsætta, sigur James Callaghan og Georg Canning sigur: Eg kann prógva alt við statistikki, undantikið sannleikan! Henry Clay setur orð á tað, sum nógvir intelligensgranskarar hava lagt stóran dent á, nevniliga at: ..statistikkur kann ikki setast ístaðin fyri skynsemi! Benjamin Disraeli er ikki mildur tá hann slær fast: Tað finnast 3 sløg av lygnum: vanlig lygn, forbrend lygn og statistikkur. Men kanska hevur Peter von Zahn rakt sjálvan seymin á høvdið tá hann sigur: Statistikkur eru sum ein bikini: hann vísir tað áhugaverda, men fjalir tað týdningarmikla! Og neyvan er tað av ongum, at Leon Paul Fargue sigur soleiðis um hugtakið intelligensur: Intelligensurin er ein herhøvdingi, sum altíð kemur ov seint til stríðið og sum tískil kjakast, tá stríðið er liðugt, ti hetta er júst tað, vit hava upplivað við PISA-kanningini, sum vil vera við, at føroysk børn eru býttari enn næstan øll onnur.
FO og DK hugsa mótsætt
Men onnur stór mistøk eru gjørd: EIN dani er settur at eftirmeta føroysku úrslitini uttan at vera nóg væl kunnaður við føroyska mentan, føroyskan hugsunarhátt o.sfr. og hetta hevur nógv at siga, tí tað er sum ein maður plagdi at siga: Føroyingar og danir hugsað mótsætt hvørjum øðrum! Føroyingurin hugsar aftanífrá frá tí hann vil fram til og so frameftir, so hann at enda stendur við loysnini. Danir hugsað frammanífrá og hava nógvar teoriir um úrslitið, men teir finna ikki fram til feilirnar fyrr enn teir eru lidnir og noyðast at byrja umaftur. Og hetta er einki løgið, tí føroyingurin er uppvaksins Í náttúrini og hevur verið noyddu at loysa trupulleikarnar her og nú, meðan danin er uppvaksin við eini vitan um náttúruna, og hevur tískil haft tíð at gera sær teoriir um loysnina.
Føroyska lyndið er ment í tíðarpressi, tað danska í mongdum av tíð, og tískil skal og má ein tílík kanning tillagast til hvørja einstaka mentan, hvønn einstakan fólkabólk sær. Eg giti, at td. muslimar í DK hava staðið seg nógv verri í PISA-kanningini enn innføddir danir og tað sama ger seg helst galdandi fyri onnur oyggjarfólk ella fólk frá fjarskotnum bygdum, sum liva undir somu korum sum føroyingar.
Mánamenn og jarðarbúgvar
Jamen, vit eru jú vorðin ein modernað tjóð! Gamaní, vit hava nógv modernað tól, men vit far ongantíð at hugsa eins og miðevropeiska (miðal)fóllkið ella eins og amerikanar. Frástøðan millum niðurarvaðan vitanararv og sjálvvunnar royndir í Føroyum og á evropeiska meginlandinum er so miki stór, at vit tað sama kunnu tosa um føroyingar sum Mánamenn og miðevropearar sum Jarðarbúgvar.
Eg eri eisini stórliga bangin fyri, at nógv av teimum føroysku ungu hava hugsað sum so: Hatta er so skítibýtt, at eg tými yvirhøvur ikki at svara! ella; Eingin spyr um sovorðið!
Tey, ið ikki eru samd við mær, kunnu so hinvegin svara mær uppá henda spurningin: Hvussu ber tað til, at føroyingar, sum lesa í td. Danmørk, altíð liggja í betra endanum? Er hetta ein ábending um, at føroyskur ungdómur er so kúbýttur, sum PISA-kanningin vil vera við?
Keldutilfar: Seruppgáva Specifik intelligens hos personer med traumatisk hjerneskade, Jón Ellendersen, Københavns Universitet, Amager
Autisme, Uta Frith
Ymisk granskingarúrslit viðv. intelligensi
Kanning, Norðskála-Oyra skúli hevur latið gjørt av skúlanum