Um eitt gott ár verður farið undir at kanna, hvussu skúlaverk og næmingar í Føroyum eru fyri. Hetta verður gjørt við eini sokallaðari PISA kanning hjá OECD, altjóða felagsskapinum fyri búskaparsamstarvi og sosialari menning. Ein verkætlan fyri altjóða næmingameting.
- Endamálið við kanningunum er at staðfesta, hvussu skúlaverk og næmingar eru fyri samanborið við onnur lond. PISA kanningarnar hava víst seg at vera eitt gott amboð at nýta í skúlaverkinum, tá ið metast skal um førleika og úrtøku hjá teimum 15-16 ára gomlu, sigur Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum
Vita
PISA kanningar verða framdar triðja hvørt ár, og síðani byrjað varð, er talið av luttakandi londum, alsamt vaksið. Næsta ár verða 58 lond við í kanningini, harav eru 30 OECD lond.
- Tað er týdningarmikið, at vit allatíðina fylgja við og royna at finna útav, hvat kann betrast. Vit eiga at vita og ikki gita, staðfestir Jógvan á Lakjuni.
Í øðrum londum verður bert partur av 9. floks næmingunum kannaður. Í Føroyum verður talan um eina heildarkanning, tí her verða allir næmingarnir við í kanningini.
Framferðarháttur
Tað verður tó ikki fyrr enn í mars 2006, at føroyskir skúlanæmingar skulu metast. Tá verður talan um nakrar uppgávur, sum skulu loysast og nakrir spurningar, ið skulu svarast.
Sløgini av uppgávum eru ymisk. Talan verður um bæði lesing, støddfrøði og náttúruvísind.
- Hesar kanningarnar elva til mennandi orðaskifti um útbúgvingar og útbúgvingarpolitikk. Og bert við at hava sambærlig data, ber til at tosa ítøkiligt um førleikastøðið hjá næmingum í ymsum londum, sigur Petur Petersen, aðalstjóri í Mentamálaráðnum.
Umframt at geva eina vitan um støddfrøði, lesing og náttúruvísind, gevur PISA eisini vitan um KT-førleika. Næmingarnir skulu eisini svara spurningum um trivna, so bakstøðið hjá teimum verður eisini mett. Eisini skúlaleiðslan skal verða við í kanningini.
Í Føroyum verður Ísland brúkt sum fyrimynd. Hetta kemst av, at eisini í Íslandi verða allir næmingarnir tiknir við í kanningina. Í Danmark verða til dømis 4.500 næmingar av 70.000 mettir.
Tá kanningin, sum tekur umleið ein dag, er liðug, verða úrslitini savnað. Tey verða síðani send til altjóða PISA bólkin, umframt at PISA bólkurin í Føroyum, eisini skal hyggja eftir tølunum. Síðani verður ein styrkislisti gjørdur, har londini verða sett upp eftir, hvørjir næmingar hava bestan førleika innan hvørt øki.
- Men úrslitini skulu eisini tulkast út frá egnum fortreytum. Tað vil siga, at vit skulu hagtølini víðari. Til dømis kann finnast útav, hvussu kt-førleikarnir hjá næmingunum á einum skúla eru í mun til ein annan skúla, og eisini hví tað er soleiðis, greiðir Petur Petersen frá.
Forkanning
Innan farið verður í gongd, verða ymsar metingar og kanningar gjørdar. Nú í januar skal verkætlanin góðkennast av OECD, og millum annað skal alt tilfarið umsetast og tillagast føroysk viðurskifti.
Í mars mánaði verður farið undir at gera serligar føroyskar test-royndir innan lesing og støddfrøði, sum næmingarnir síðani skulu taka í september. Og síðani verður veruliga royndin í mars mánaði næsta ár.
- Út frá ítøkiligari vitan, sum er grundað á eina slíka kanning, ber til at seta út í kortið, hvussu undirvísingarverkið betur kann fullnýta sítt tilfeingi, soleiðis at undirvísingin kann menna bæði breiðan førleika og fakliga vitan hjá næmingunum, rundar landsstýrismaðurin í mentamálum, Jógvan á Lakjuni av.