Italia og Kroatia deildu stigini í dystinum teirra millum í bólki C í dag. Frísparkssnillingurin á italska miðvøllinum, Andrea Pirlo, legði Italia á odda við beinleiðis frísparki í fyrra hálvleiki. Mario Mandzukic javnaði fyri Kroatia í seinna hálvleiki.
Italia helt fast í síni 3-5-2 spæliskipan, ið ikki er so vanlig at síggja í dagsins fótbólti. Stutt fyri hálvleik legði Andrea Pirlo Italia á odda við eini perlu av einum frísparki. Úr vinstru, stutt uttanfyri brotsteigin, sparkaði hann bóltin upp um manngarðin og í mál við nærmastu stong.
Italia var omaná í fyrra hálvleiki, meðan Kroatia kom betri við í seinna hálvleiki. Tjúgu minuttir fyri tíð kom so útjavnandi málið hjá kroatum. Eitt innlegg úr høgru fann Mario Mandzukic stutt frá málinum. Kroatin tamdi bóltin illa, men megnaði at strekkja seg eftir bóltinum og sparka hann í mál umvegis nærmastu stong.
Kroatia hevur nú fýra stig, meðan Italia hevur tvey. Kroatia hevur Spania eftir, meðan Italiumenn skulu møta Írland í seinasta umfarinum í bólkaspælinum.
Bólkur C:
Italia Kroatia 1-1 (1-0)
1-0 Andrea Pirlo, 39
1-1 Mario Mandzukic, 72
Italia: 3-5-2 - Buffon - Bonucci, De Rossi, Chiellini - Maggio, Motta, Pirlo, Marchisio, Giaccherini - Cassano, Balotelli.
Kroatia: 4-4-2 - Pletikosa - Srna, Corluka, Schildenfeld, Strinic - Rakitic, Vukojevic, Modric, Perisic - Mandzukic, Jelavic.