Bólkur C
Í bólki C er nógv at spæla um enn. Kolumbia er konnir víðari, men øll hini trý liðini hava møguleika at spæla seg víðari í kvøld.
Fílabeinsstrondin hevur sína lagnu í egnum hondum. Ein sigur tryggjar teimum víðari luttøku, meðan ein javnleikur kann verða nokk, so leingi sum Japan vinna við færri enn tveimum málum móti Kolumbia.
Japan og Grikkaland mugu vinna sínar dystir, móti ávíkavist Kolumbia og Fílabeinsstrondini, um tey skulu koma víðari, men báðum tørvar hjálp frá øðrum fyri at koma víðari. Vinnur Japan, mugu teir seta sína lít til, at Fílabeinsstrondin ikki vinnur. Spælir Fílabeinsstrondin javnt, er tað málmunurin hjá Japan og Fílabeinsstronini, ið verður avgerandi. Málmunurin hjá Japan er 1-2, meðan tann hjá Fílabeinsstrondini er 3-3. Um Grikkaland vinnur, verður tað málmunurin millum Japan og Grikkaland, ið er avgerandi. Málmunurin hjá Grikkalandi er 0-3.
Um Grikkaland vinnur, mugu teir antin vinna nógv meiri enn Japan móti Kolumbia, ella vóna, at Japan ikki megna at vinna á Kolumbia.
Málúrtøka | Stig | |||
Kolumbia | 5-1 | 6 | ||
Fílabeinsstrondin | 3-3 | 3 | ||
Japan | 1-2 | 1 | ||
Grikkaland | 0-3 | 1 |
Bólkur D
D fyri deyði. Group of Death, bólki deyðarinnar, kallaðu fjølmiðlarnir bólkin, tá lutakastið var av. Flestu hildu at tað var spell, at antin Italia, Ongland ella Uruguay fór at vera sligið út úr HM longu í bólkaspælinum, saman við Kosta Rika. Kosta Rika er einasta av hesum londunum, ið ongantíð hevur vunnið HM.
Eingin hevði væntað, at undan seinasta leikdegi, var Kosta Rika einasta landið, ið var tryggjað víðari luttøku, meðan Ongland longu hevði mist møguleikan at koma víðari.
Avgerandi dysturin í kvøld er millum Italia og Uruguay. Setningurin er greiður. Um Uruguay ikki vinna, fer Italia víðari. Um Uruguay vinna, fara teir víðari.
Dysturin millum Ongland og Kosta Rika hevur onga ávirkan á hvør kemur víðari, men við einum javnleiki kann Kosta Rika tryggja sær fyrsta plássið í bólkinum.
Málúrtøka | Stig | |||
Kosta Rika | 4-1 | 6 | ||
Italia | 2-2 | 3 | ||
Uruguay | 3-3 | 3 | ||
Ongland | 1-4 | 0 |
Dystarskráin er soleiðis:
Klokkan 17 spæla Ongland - Kosta Rika og Italia - Uruguay
Klokkan 21 spæla Japan - Kolumbia og Grikkaland - Fílabeinsstrondin