Pirelli við teimum kendu kvinnunum

Kendar kvinnur lata seg avmynda til Pirelli-kalendaran  og oftast eru tær ikki í stórvegis klæðum

Ársskiftið er fyri framman, og hetta er tíðin, tá ið fólk ogna sær nýggjar kalendarar. Nógv eru tilboðini, men tann kalendarin, sum verður mest umtalaður í altjóða fjølmiðlum, er tann hjá fyritøkuni Pirelli. Hesin kalendarin skapar á hvørjum spenning, tí Pirelli plagar at dekka seg væl inn við kendum kvinnur, sum lata seg avmynda til kalendaran  og oftast eru tær ikki í stórvegis klæðum.
Soleiðis er eisini í ár, og nú um dagarnar vóru tær fyrstu myndirnar frá kalendaranum latin fjølmiðlunum. Millum kvinnurnar, sum eru avmyndaðar til Pirelli-kalendaran hesaferð, eru modellirnar Natalia Vodianova, Kate Moss og Gisele Bundchen og sjónleikarin og songkvinnan Jennifer Lopez.