Pique ákærdur at vanvirða spanska tjóðlagið

(EM 2016 - Kykmynd) Nógvir spaniólar meina, at Gerard Pique vísti tjóðlagnum "fingurin" áðrenn dystin ímóti Kroatia

Ein av heimsins bestu verjuspælarum, 29 ára gamli Gerard Pique hjá FC Barcelona hevur ongantíð dult, at hann stuðlar stríðnum fyri katalanskum sjálvstýri. Men so leingi Katalania ikki hevur fullveldi, og ikki er limur í FIFA og UEFA, so hevur Gerard Pique valt at verða ein av høvuðsstuðlunum á spanska landsliðnum. Við spanska landsliðnum hevur Gerard Pique eisini vunnið bæði HM í 2010, og EM í 2012, so hann kann hyggja einum og hvørjum fjeppara hjá spanska landsliðnum í eyguni fyri tað. 

 

Tó sleppur Gerard Pique ofta at hoyra vreiðina hjá teimum kongatrúgvu og sambandshugaðu sponsku áskoðarunum, og tað hevur hent seg meir enn einaferð, at sponsku heimaáskoðararnir, sum vilja varðveita spanska ríkið, sum tað er nú hava rópt ókvæmisorð eftir katalanska Gerard Pique, hóast hann hevur tikið nógv tøk fyri spanska landsliðið á vøllinum.

 

Nú hava tey í Spania, sum eru eftir Gerard Pique aftur fingið vatn á mylnuna. Nú meina fleiri í Spania, at Gerard Pique á ein innpakkaðan hátt gav spanska tjóðlagnum "fingurin" áðrenn dystin ímóti Kroatia ígjár. 

 

Spania hevur nevnliga ikki ein tjóðsang, men bara eitt tjóðlag. Spania er einasta landið í EM-endaspælinum, sum ikki hevur ein tekst at syngja, tá tjóðlagið verður spælt áðrenn dystarbyrjan. Í spanska ríkinum eru nógv ymisk tungumál, og uttan iva er tað orsøkin til, at ein sangur ikki er til høvið.

 

Gerard hevur verið úti og vart seg, og sigur, at slíkir pástandir eru langt úti. Hann sigur seg verða stoltan at verða partur av einum so góðum liði, sum tað spanska: - Eg vanvirdi ikki tjóðlagið, slær Gerard Pique fast.

 

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og dømið sjálvi, um tit halda, at Gerard Pique vanvirdi spanska tjóðlagið, ella talan bara var um eina tilfeldigheit, tá Gerard Pique ikki hevði fingarnar har teir áttu at verða, sambært teimum kongatrúgvu og sambandstrúgvu í spanska ríkinum. 

 

Annars er Gerard Pique ofta í sponskum slatrimiðlum, tí hann heldur saman við kendu kolumbiansku sangkvinnuni, Shakira, og í Spania svara tey til tað David og Victoria Beckham eru í Onglandi.