Nú Pippi verður 70 ár í ár, verður skipað fyri føðingardegi á okkara flaggdegi.
Føðingardagurin verður hildin í Gamla Bókahandli, har Beinta Clothier og Hjálmar Dam fara at lesa úr nýggju bókunum um Pippi og Vitello. Afturvið søgunum verður bjóðað smákøkur og saft.
Hóast Pippi er 70 ár, sæst tað ikki á henni. Hon er framvegis líka sum hon plagar at vera. Stuttlig, spennandi, eitt sindur frek og full av ævintýrligum brøgdum.
Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur út bók um Pippi, nú hon fyllir, og fleiri aðrar bøkur eru eisini sendar á marknaðin frá sama forlagnum í dag.
Í nýggju bókini um Vitello ynskir hann sær ein hund. Vitello fær nógv góð hugskot, summi betri enn onnur. Tað, at hann skal hava hund, er helst eitt av hansara bestu hugskotum higartil – heldur hann sjálvur.
Millum hinar bøkurnar, sum koma út í dag, eru eisini tveir aðrir gamlir kenningar, nevnliga Pettson og Findus. Hesaferð er talan um eina pappbók til teir yngstu lesararnar: ‘Kennir tú Pettson og Findus’.
Og tey elstu børnini kunnu gleða seg til spennandi krimisøguna ‘Loyndarmálið í Oslo’ eftir Bjørn Sortland.
tað er Vitello eisini krimi
und. u gleða seg til hvør sppb










