Tað var í 1941, at sjey ára gamla dótturin hjá Astrid Lindgren lá í songini við lungnabruna og bað ótroyttiliga mammu sína siga sær eina søgu. Eitt kvøldið segði hon: »Sig mær eina søgu!« - »Um hvat«, spurdi Astrind Lindgren. »Sig mær um Pippi Smokkulegg!«. Navni fann dótturin bara soleiðis úr bláari luft, og restin av søguni koma so bara úr hugflognum hjá mammuni. Soleiðis varð Pippi Smokkuleggur, heimsins sterkasta genta, fødd?