Mikudagin 14. november 2007 verður 100 ára føðingardagurin hjá Astrid Lindgren hátíðarhildin á Barnabókasavninum í Havn Tá er liðin ein øld, síðan heimskendi og elskaði svenski rithøvundurin Astrid Lindgren varð borin í heim.
Og einki er at ivast í, at ein slíkan dag fara vit at hoyra um hana sjálva og øll hennara. Vit kunnu bara taka í rúgvuna og nevna Pippi Smokkulegg, Emil úr Lönnebergi, Ronju ránsmansdóttir, øll børnini í Dundurdali og eina rúgvu afturat.
Føðingardagin fer Býarbókasavnið at halda við tiltøkum fyri børnum undir skúlaaldur. Tá fer Hjørdis Trónd at lesa søgur á Barnabókasavninum, og Jens Marni Hansen fer at syngja og spæla.
Tiltøkini byrja klokkan 10 fyrrapartin, og hóast tey eru ókeypis, er neyðugt vegna plásstrot at fáa sær atgongumerkir. Atgongumerkini fáast á Býarbókasavninum fríggjadagin tann 9. november.
100 ára føðingardagin hjá Astrid Lindgren bjóðar Býarbókasavnið øllum lánarum føðingardagskøku.










