-Seinastu tvær vikurnar hava vit, námsfrøðihjálparanæmingarnir á Heilsuskúla Føroya, arbeitt við at gera ein sjónleik um eina sterka, djarva, unga gentu, sum øll børn í Føroyum kenna. Talan er nevniliga um Pippi, frættist av Heilsuskúla Føroya.
-Vit hava sjálvi skrivað handritið útfrá hendingum í lívinum hjá Pippi, skapa pallmyndir, seyma búnar, fyriskipa, samskipa og nú eru vit sera spent, til at framføra á stórum palli í Salt týsdagin og ónsdagin í komandi viku. Vit hava bjóðað barnagarðsbørnum, børnum í forskúlaaldri og 1., 2., og 3. flokkunum í Suðuroynni. Hetta er á triðja sinni at Heilsuskúli Føroya er karmur um leiklistaviku, og fyri okkum hevur tað verið avbera kveikjandi og læruríkt við tvørgreinafakligum samstarvi í lærugreinunum. Undirvísingin í leiklistavikuni hevur lært okkum at vekja ans fyri tolsemi og virðing fyri hvørjum øðrum, og hevur givið okkum størri innlit og heildarfatan av lærutilgongdini sum heild. Hon hevur verið við til at menna evnini hjá okkum, at uppliva hvussu vit málbera okkum og venja samspæl millum rødd og rørslu, økja um egna sjálvsfatan hjá hvørjum øðrum, sansa og geva gætur, samstarva, geva aftursvar og skapa.
-Sum heild hevur hugurin verið stimbraður til at arbeiða verkliga, har vit hava ment egin hugskot og gjørt tey til veruleika. Vit hava lært at vera partur av einum bindandi samstarvi og at seta hugskot í verk við einum ávísum málbólki í huga. Í lærutilgongdini hava vit eisini lagt dent á at greina og meta um okkara arbeiðstilgongd við eftirmetingum allatíðina, og tað hevur verið spennandi at sæð og uppliva, hvussu vit í verki hava megnað at sameina ástøði og verkligt leiklistarligt arbeiði á tilvitaðan hátt.
-Vit sum lesa til Námsfrøðihjálparar eru so glað og takksom fyri at skúlin bjóðar hesa verkætlanina og fyri at hava fingið góða hjálp frá okkara dugnaligu lærarum. Vit eru kveikt av at uppliva nýggjar, spennandi og øðrvísi avbjóðingar, á ein annan hátt enn vit gera í einum vanligum undirvísingartíma.
-Vit uppliva, at vit mugu fara útum okkara tryggu karmar og gera ymiskt, sum vit annars ikki hava roynt áður. Og tá ið ivin er komin á okkum, tá hava vit tikið orðatakið hjá Pippi til okkum, har hon sigur: “Hetta havi eg ikki roynt fyrr, so hetta fari eg heilt sikkurt at klára.” Og henda boðskapin ynskja vit at geva víðari til øll tey fittu børnini, ið koma at vitja í Salt komandi viku.
Pippi og hennara fylgi eru so spent og eru longu farin inn í Salt at gera klárt at taka ímóti innbodnu børnunum í Suðuroy, verður sagt í tíðindaskrivi.
Sýningarnar verða 19. og 20. mars.
##med2##
##med3##