TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr sera stuttligu løtuna, sum var mikudag seinnapart á Rás2 tá Pipar og Salt alias Jákup Veyhe og Sjúrður Skaale vitjaðu Verðins Bestu Sending alias Eyðfinn Drewsen og Petur Zachariassen í Rásarúminum.
Pipar og Salt fingu gott humoristiskt mótspæl frá VBS har prátað var um komandi framførsluna hjá Pipar og Salt, sum verður í Norðurlandahúsinum 19. til 22. mars komandi ár.
Við sær í Rásarúmið høvdu Jákup Veyhe og Sjúrður Skaale eisini ein nýggjan jólasang, sum lurtararnir fingu høvið at hoyra.










