Pipar og salt fara á pallin á Listastevnuni, við nýggjum tilfari. Skemtibólkurin hevur seinastu nógvu árini givið føroyingum speiskar og stuttligar lýsingar av føroyska samfelagnum, og teimum sum búleikast her.
Pipar & Salt hava gjørt tilsamans 13 sjónvarpssendingar, og tá teir eru farnir á pall, hevur verið fullsett hvørja ferð.
Tónleikurin hevur altíð havt eitt týdningarmikið pláss í framførslunum, og løg sum "Eg havi tað strævið", "Eg vil heldur spæla rock", "Danmark er et dejligt land", "Don't Mess With Me", "Kikki- lakkatjó", "Hvat er lívið ikki herligt" og ikki minst "Ketchup í eitt jørn", eru øll vorðin sannar landaplágur.
Framførslan við Pipar & Salt verður á Listastevnuni leygardagin 13. og sunnudagin 14. august. Tey, sum vilja tryggja sær atgongumerki kunnu venda sær til Norðurlandahúsið og Kunningarstovurnar í Tórshavn og Runavík. Atgongumerkjasølan byrjar hósdagin 9. juni kl. 11.00.