Roknskapur
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
SP/F Pipar & Salt, sum er felagið hjá Sjúrði Skaale og Jákupi Veyhe, fer helst í søguna skjótt.
Orsøkin er, at felagið er komið út í fíggjarligt óføri, og at eginpeningurin er blivin negativur.
Tað gongur fram í seinasta roknskapinum hjá SP/F Pipar & Salt, sum vísir eitt negativt ársúrslit upp á 897.290 í rakstrarúrslitinum fyri tíðarskeiðið 01.02.2008 til 31.01.2009.
Hetta er tann beiski veruleiki, sum menninir handan allar Pipar & Salt framførslur, sendingar og annað, sum hava undirhildið føroyingum í óteljandi tímar, mugu fyrihalda seg til í dag.
Orsøkin til hetta er hvørki, at teir ongar pengar fingu fyri at framføra á festivalinum Við Múrin, ella at teir hava oyðsla pengarnar burtur í einum marglætisrúsi, men heldur eitt heilkiksað ævintýr inn í partabrævaheimin.
Mist alt upp á partabrøv
Sjúrður Skaale greiðir frá, at orsøkin til ovurstóra hallið er, at teir hava mist allan peningin upp á íløgur í partabrøv.
- At gera sendingar og at hava Pipar & Salt hevur í veruleikanum bara einaferð veruliga givið yvirskot, og tað var í 2005. Annars er tað fíggjarliga tungt at framleiða sjónvarp og at skipa fyri undirhaldi, greiðir Sjúrður Skaale frá.
Tað er hetta yvirskotið í tíðarskeiðinum 2004/2005 og 2005/2006, sum til samans er umleið ein millión, sum teir hava brúkt til at seta í partabrøv.
Fylgdu ráðgeving frá Eik
Tá Sjúrður Skaale og Jákup Veyhe settu pening í partabrøv, var tað eftir ráðgeving frá Eik Banka.
- Tað var tá alt gekk væl í 2007, sum jú nokk var tíðin, tá man kanska ikki eigur at seta pening í partabrøv. Vit áttu eina eginogn í Eik, og vit læntu upp á eginognina og settu alt í partabrøv, eisini eginognina. Tað var Eik, sum stóð fyri ráðgevingini, men sjálvandi er ábyrgdin okkara, sigur Sjúrður Skaale.
Í roknskapinum hjá SP/F Pipar & Salt sæst, at virðisbrøvini við endan á roknskaparárinum 2007/2008, tann 31.01.08 høvdu eitt virði á góðar 1,5 millión krónur. Eftir hetta er fíggjarkreppan komin, og so at siga øll partabrøv eru fallin í virði. Tann 31.01.09 høvdu virðisbrøvini hjá SP/F Pipar & Salt einans virði á 697.242 krónur, sum merkir at teir hava mist góðar 830.000 krónur upp á eitt ár.
Samstundis stendur felagið eftir við einari bankaskuld upp á 1.057.509 krónur, umframt aðra skuld, sum ger, at felagið stendur við einari samlaðari skuld upp á 1.283.234 krónur.
Fyri felagið merkir hetta ,at tann samlaða eginognin hjá felagnum, sum tann 31.01.2008 var 311.000 krónur, tann 31.01.2009 er minus 585.992 krónur.
Tó kann viðmerkjast, at partabrøvini eru hækkaði nakað síðan hetta, tó ikki nóg nógv til, at felagið kemur undan negativu eginognini.
Felagið fellur
Framtíðin hjá felagnum er sostatt sera ivasom. Lítið sannlíkt er at felagið fer at hóra undan. Tað er ikki uttan so, at tey partabrøv, sum felagið eigur í, brádliga vaksa líka nógv í virði, sum tey eru fallin, og sum útlitini eru í løtuni, er tað ósannlíkt.
Sjúrður Skaale fegnast tó um, at felagið ikki skyldar nøkrum nakað.
- Eik hevur veðrætt í øllum partabrøvunum, og teir stóðu fyri ráðgevingini. Men sjálvandi er ábyrgdin okkara. Tað eru tveir partar, sum hava gjørt ein handil, Eik og Pipar & Salt, og eingin annar enn hesir hevur mist pening. Bæði eg og Jákup fegnast um, at eingin annar er raktur av okkara óhappi, sigur Sjúrður Skaale.
Menninir standa tó
Menninir handan Pipar & Salt, Jákup Veyhe og Sjúrður Skaale, fara tó ikki í søguna við felagnum. Tískil skuldi møguleiki kunna verið fyri, at teir aftur tríva í eitthvørt skemtiligt, um áhugin var fyri tí.
Tó er greitt, at tað neyvan verður við hesum smápartafelagnum aftanfyri seg.