Pipar & Salt fyri allar seinastu ferð

Pipar & Salt hava nú tvær ferðir fylt høllina á Hálsi. Men orsakað av

nógvum eftirspurningi, verður ein sýning afturat við brúdleypinum hjá

Esmari og Guðrun. Hon verður í morgin kl. 20.00.

 

Tað er síðsti kjansur, tí eftir hetta skal høllin brúkast til onnur endamál. Og so nógv útgerð verður nýtt til sýningina, at tað ikki ber til at ferðast við henni.

 

Atgongumerki til ta seinastu sýningina fáast í Kunningarstovuni í Havn og í Fast í Gundadali.