Pipar & Salt arga Neistan

Verður neyðugt við einum triðja finaludysti í FM-finaluni hjá monnum, verður hesin spældur í Kollafirði

Skipanin er annars so, at ovasta liðið í landskappingini fær fyrimunin av heimavølli í triðja finaludystinum, um hesin verður neyðugur.
Men tað er so ein fyrimunur, sum Neistin ikki fær. Annan páskadag, sum er dagurin, har ein triðja finala skal spælast, er nevnliga brúdleyp í Ítróttarhøllini á Hálsi, tá Esmar Eysturoy skal giftast síni Guðrun.
Og tað er ein hending, sum tað ikki ber til at flyta uttan víðari.
Eftir øllum at døma ber heldur ikki til at flyta FM-finaluna, og tí er avgerð tikin um, at verður neyðugt við einum triðja dysti, so verður hesin í høllini í Kollafirði.