NSÍ-EB/STREYMUR
Inntil seinnapartin sunnudagin vóru bæði NSÍ og EB/Streymur millum tey stinnastu síðani summarsteðgin. Eftir 5-2 EB/Streyma sigurin í Runavík kann ikki annað enn staðfestast, at teir í Sundalagnum rættuliga halda stílin, at teir eru væl skipaðir og ógvuliga tilvitaðir um og væl stýrdir av revinum Piotr Krakowski, hvussu teir skulu leggja spælið til rættis fyri at fáa mál, hvussu teir skulu byrgja fyri mótstøðumonnunum, og hvussu teir harvið skulu røkka fullari úrtøku.
Tað boða úrslitini eisini frá. Tríggjar tær seinastu ferðirnar hava teir fingið fulla úrtøku móti KÍ, HB og NSÍ, og teir hava skorað trettan mál, meðan fýra eru farin ígjøgnum. Tað boðar frá væl uppløgdum liði, sum sanniliga er mannað við spælarum, ið vita, hvat tað snýr seg um, og sum eru ógvuliga skjótir at fata og gera nyttu burturúr.
Sunnudagin varð staðfest, at moralurin er í lagi. Tá ið fyrra umfarið var hálvrunnið, var NSÍ frammanfyri við tveimum málum. Jústinus R. Hansen heilfluktaði til 1-0 eftir horna og eftir at Pacek, sum við árunum bara tykist gerast stinnari og stinnari, hevði stútað út frá. Seinna NSÍ málið stóðst eisini eftir horna og út í borðið aftur. Páll M. Joensen legði úr vinstru og tvørtur um, og Andy Olsen stútaði í kassan. 2-0 til NSÍ. EB/Streymur hevði ongantíð fingið mál við Løkin, og fyrsta løtan bendi á, at tað skuldi laga seg, sum tað plagar.
Men júst í hesi løtuni vístu teir í EB/Streymi, at moralurin er í toppi, og at tað einki bilar sjálvsálitinum.
Teitur Joensen, ið hevði fingið møguleikan í plássinum, sum var tómt eftir Hans Paula Samuelsen, er sannur bóltsnillingur. Hann torir at bjóða av ein móti einum, hann hevur eyga fyri samanspælinum, og sjálvsálitið fekk skump rætta vegin, tá ið hann hevði minkað um munin. Málið tóktist vera ætlað sum innlegg. NSÍ miðverjan rakk ikki bóltin, Ronnie Samuelsen fekk ikki fatur á, og Jens Martin tóktist rættuliga passivur, tá ið bólturin sigldi í málið.
So hevði EB/Streymur sligið tónan ann. Spælið hjá teimum var einfalt undan steðginum. Teir royndu seg ofta við longum sendingum, teir vunnu flestu nærdystirnar, og teir vóru fyrstir á og vunnu mest sum allar returbóltarnar. Teir vóru knáir ein móti einum, og undan steðginum javnaðu teir.
Teitur Joensen hevði frammanundan sneitt seg leysan, og tá hevði hann bæði møguleika at royna sjálvur og at spæla Sorin Anghel, sum var einsamallur saman við honum, men einki spurdist burturúr. Tað gjørdi tað, tá ið long sending varð send í NSÍ brotsteigin. Jens Martin royndi at boksa burtur, men bólturin stakk út til Ronnie Samuelsen, sum takkaði fyri og trillaði bóltin í málið.
Rætta uppskriftin
Undan steðginum hevði spælbýtið verið javnt. Andy Olsen var raskur á NSÍ liðnum, har verjan tó vísti seg at hava stórar trupulleikar.
Eftir steðgin lagaði tað seg fult og heilt eftir fyritreytunum hjá EB/Streymi, og NSÍ trupulleikarnir í verjuspælinum, sum 4-4 á Sevmýri hevði givið ábendingar um, vórðu lagdir á blik. Marni Djurhuus og Ronnie Samuelsen vóru stinnir á sentrala miðvøllinum, og Sorin Anghel staðfesti, at kurvan hjá honum framvegis gongur rætta vegin.
Tá ið EB/Streymur legði seg framum 3-2, hjálpti NSÍ væl til, áðrenn Teitur Joensen spældi inn um verjuna til Sorin Anghel, sum smekkaði upp í hornið.
So var neyðugt hjá NSÍ at leggja meiri fyri í álopspartinum. Tað fingu teir einki burturúr, m. a. tí Rene Tórgarð í EB/Streyma málinum var ógvuliga stinnur, men í hinum endanum bar hugflogið hjá gestunum og holini í NSÍ verjuni, sum minti mest sum illa skrætt trol, tvey mál afturat við sær. Teitur Joensen skoraði til 4-2, tá ið hann smoygdi sær framum Jens Martin og stýrdi innleggi úr høgru frá Egili á Bø í málið, og innskifti Sonni L. Petersen setti síðsta naglan í móti sínum gomlu liðfeløgum. Fyrst vann hann bóltin av NSÍ, spældi Sorin, sum setti ferð á, legði upp á tvørs aftur til Sonna, sum takkaði fyri, og so hevði EB/Streymur fyri fyrstu ferð vunnið í Runavík, og tað var vorðið sum sigur. 5-2 og staðfesting av, at EB/Streymur í løtuni er mest undirhaldandi liðið at vera eygnavitni til.