Piotr heldur hansara dummaðu seg

EB/Streyma venjarin staðfestir, at avtalurnar í sambandi við deyðbóltarnar ikki hildu, og tað var orsøkin til týdningarmikla fyrsta málið

EB/STREYMUR

Piotr Krakowski, venjarin hjá EB/Streymur, hevur nógvar royndir, og hann heldur lítið um avrikið, sum hansara sýndu í 2. hálvleiki.
- Avgerðin fall, tá ið teir fingu hol á. Eg haldi, at vit høvdu gott tak á í 1. hálvleiki, og vit høvdu møguleikar at gera mál. Men tá ið mótstøðumenninir hava vunnið 3-0 ber ikki til at siga annað, enn at teir loystu sína uppgávu, og tað gjørdu vit ikki.
Í 2. hálvleiki vóru tit sera framrættaðir?
- Tað er líka mikið, um tú tapir við einum ella tveimum málum. Teir høvdu sjey menn aftanfyri bóltin mest sum alla tíðina, og tí var torført at spæla seg til møguleikar. Vit taptu dystin upp á fyrsta málið. Vit høvdu tosað nógv um, at Óli ikki skuldi fáa møguleikan, tá ið teir høvdu horna og fríspørk inni undir málinum. Tað høvdu vit gjørt, tí vit vistu, at hetta kundi verða avgerandi. Men vit gloymdu avtalurnar í hesum eina førinum, og tað taptu vit uppá, sigur EB/Streyma venjarin, sum fer at biðja sínar gloyma henda dystin, áðrenn teir sunnudagin skulu í Gundadal at spæla ímóti HB.