Piotr heldur fram í Vágum

Piotr Krakowski skal standa á odda fyri 07Vestur, tá vágamenn aftur fara at royna seg í Formuladeildini

Fótbóltur

 

07Vestur og Piotr Krakowski hava gjørt avtalu fyri næsta kappingarár.

Piotr hevur í ár vant 07Vestur, og tað hevur gingið væl, tí vágamenn hava spælt seg upp í bestu fótbóltsdeildina.

- Tá hetta samstarvið hepnaðist so væl, og úrtøkan gjørdist tann best hugsandi, nevnliga príðiligasta hálspríðið og pláss í Formuladeildini, var nærliggjandi at leingja avtaluna, sigur 07Vestur á heimasíðu sínari.