Piotr heldur fram í B71

Póllendingurin var eisini venjari hjá B71 í fjør, sum megnaði at halda seg røttu megin niðurflytingarstrikuna. Piotr var venjari hjá B71 í tíðarskeiðnum frá 1992 til 1996. Síðani hevur hann verið venjari hjá FS Vágum, ÍF, B36, EB/Streymi og 07 Vestur. Í fjør tók hann við sum venjari hjá B71.

 

Tíðindaskriv hjá B71 frá 3/12 2010:

 

Tað hevur ligið í kortunum leingi og fleiri hava ikki ivast í at Piotr skuldi halda á fram, men í dag kunnu vit so steðga øllum leysasøgum og kunngera at Piotr hevur skrivað undir nýggjan sáttmála.

 

Afturat Piotri, hava fleiri leikarar hjá B71 skrivað undir. M.a. Símun Rógvi, ið vit hava boðað frá frammanundan, Høgni Midjord, Allan Tungá, Tummas Clementsen, Markus Clementsen, Hanus Hentze, Gunnar Lydersen og Finn Erik Thomsen. Enn mangla nakrir at skriva undir, men vónandi er hetta bert ein spurningur um tíð.