Piotr gevst í Sundalagnum

Tá ið Piotr Krakowski bleiv settur sum venjari hjá EB/Streymi fyri fimm árum síðani, lá felagsliðið í Sundalagnum og bardist í botninum av bestu føroysku fótbóltsdeildini.

 

Síðani Piotr bleiv settur sum venjari, eru úrslitini hjá felagsliðnum bara blivin betri og betri, og síðsta kappingarár hildu tey flestu, at EB/Streymur náddi hæddarpunktið, tá teir lógu á odda alt kappingarárið. Í síðsta umfari mistu teir tó meistaraheitið á stokkinum til HB, og tí bleiv tað ikki til nakað meistaraheitið á ta ferðina.

 

Góðu úrslitini hjá EB/Streymi hava tó hildið fram í ár, har liðið longu nú hevur tryggjað sær sigurin í steypakappingini, meðan teir í landskappingini liggja á einum triðja plássi. Nú tríggir dystir eru eftir at leika er tó greitt, at venjarin seinastu fimm árini, Piotr Krakowski, ikki heldur fram í felagnum komandi kappingarár. Hetta váttar póllendingurin fyri portalinum.

 

Tí verður tað ein nýggjur maður, sum skal halda EB/Streymi í oddinum komandi árini, meðan Piotr helst verður at síggja í øðrum felag komandi kappingarár.