Fleiri skyldfólk hjá fyrrverandi kilska einaræðisharranum Augusto Pinochet eru tikin, tí myndugleikarnir hava illgruna um, at tey fluttu 27 mió. dollarar av landinum, meðan Pinochet sat við valdið. Sagt verður, at ein kanning hevur longu avdúkað, at átta mió. dollarar vórðu fluttar á fleiri hundrað kontur í amerikonskum bankum. Myndugleikarnir siga, at minst seytjan fólk skulu handtakast í sambandi við tann ólógliga pengaflutningin.