Fyrrverandi einaræðisharrin í Kili, Augusto Pinochet, sleppur undan rættarsókn. Tað avgjørdi hægstirættur í Santiago mánadagin. Sambært rættinum livir Pinochet so mikið illa, at hann er ikki førur fyri at fara undir eitt rættarmál.
Fyrrverandi einaræðisharrin, sum stýrdi Kili í 17ár, var ákærdur fyri brot á altjóða mannarættindini, morð og burturflytingar. Seinastu árini hava fleiri sakførarar roynt at fáa hann drignan í rættin, men hvørki teir ella onnur eru ovfarin av úrskurðinum hjá hægstarætti, verður sagt úr høvuðsstaðnum Santiago.
Fýra av teimum fimm hægstarættardómarunum atkvøddu fyri úrskurðinum, meðan tann fimti atkvøddi fyri, at Pinochet kundi koma fyri rættin. Teir fýra dómararnir siga, at tann 86 ára gamli Pinochet er so heilsuveikur, at rættarmálið ímóti honum kann ikki halda fram, og at tað kann heldur ikki takast uppaftur.
Sambært ákæruritinum var fyrrverandi einaræðisharrin ákærdur fyri at hava givið serligum drápsligum hjá herinum boð um at beina fyri viðhaldsfólki hjá sosialistisku stjórnini, sum Pinochet koyrdi frá í 1973. Umleið 3.000 fólk hvurvu tey 17 árini, Pinochet sat við valdið í Kili.