Pinkuland ella stórhavstjóð?

Man kann kjakast um støddin veruliga hevur nógv at siga ella ei ;-), og ofta veldst um hvaðani tú mátar. Tí tað eru fleiri enn ein máti at máta víddina á Føroyum. Tann mátin vit vanliga sipa til ger okkum til eitt pinkuland. Men tann mátin, sum tekur alt við ger okkum á stødd við Italia.

Sigur tú a)
Føroyar eru 1.399km2 (víddin á okkara 18 oyggjum), eru vit eitt pinkuland í alheims høpi.

Men sigur tú b)

Føroyar eru umleið 267.000Km2 (landgrunnurin innanfyri 200 fj.), umframt stór (27.000km2) øki uttanfyri 200 fj. So eru vit ein stórhavstjóð á stødd við eitt nú Italia.

Bæði svarini eru sum so røtt. Landøkið Føroyar er einans 1.399 km2, men Føroyar er altso ikki einans oyggjarnar, ið stinga uppúr sjónum. Føroyar er eisini bankarnir og grunnarnir kring oyggjarnar, rennurnar og ryggir saman við stórum parti av Norðurhøvum.

Í framtíðini fær havøkið kring oyggjarnar enn størri týdning. Tí umframt livandi tilfeingið sum vit liva av í dag, er havið týdningarmikið geopolitiskt, gróðurin ein týðandi faktorur í CO2 kjakinum, og undirgrundin goymir enn ótroytt virðir.

Okkara land er umleið nr. 70 í heiminum hvat stødd viðvíkur. Tíðin er komin til at taka ábyrgd av hesum landi, og gevast við at smæðast burtur. Vit skulu krevja altjóða ávirkan í øllum lutum javnbjóðis við øll onnur lond, stór sum smá.

Fyri líka at fáa hatta við støddarperspektivinum uppá pláss, so er Danmark (Uttan Føroyar og Grønland) áleið 42.000Km2

 

 

Uni Á(r)ting – valevni hjá Tjóðveldi