Pinkuframsýningin á Stykkinum

-

Framsýningin á Stykkinum er væl vitjað og eini 300 fólk hava vitjað innar. Vígdis Sigmundsdóttir Højgaard, ið skipar fyri framsýningini, fekk hugskot at skriva til fólk, ið hon kendi, um tey vildu luttaka. Hesi kendu so eisini onnur og øll tey 20, ið fingu skriv, søgdu ja til at vera við.

- Tá ein vitjar inn í heim í Føroyum, so er altíð onkur, ið fæst við okkurt handverk ella listarligt, sigur Vígdis. Um hví hetta eitur ein pinkuframsýning sigur hon, at Stykkið er ikki so stórt pláss og framsýningina hevur hon í kjallara sínum, har heldur ikki so øgiliga nógv pláss er. Tí fingu listafólkini eisini ta treyt, at talan mátti ikki vera um stórar lutir. Heldur ikki ljómar orðið ?mini? so væl á føroyskum og tí gjørdist hetta ein pinkuframsýning.

- Men alt hetta smáa er vorðið til eina stóra sýning, sigur Vígdis.

Pinkuframsýningin heldur fram til sunnudagin og opið er frá klokkan 14 - 18.