Pinkubarnalík funnið í Danmark

Tá Odense á skuldi reinsast í gjáramorgunin, funnu arbeiðararnir ein hvítan posa við einum lítlum barni í.

Hetta veit danska heimasíðan bt.dk at siga. Líkið var so illa farið, at tað ikki ber til at siga, um talan er um ein drong ella eina gentu. Talsmaðurin hjá kriminalløgregluni í Odense, Herman Overgaard, sigur, at tað kann hugsast, at ein kvinna hevur fingið barnið í loyndum og síðani beint fyri tí. Læknar skulu nú kanna, hvussu leingi barnið hevur ligið í ánni, og hvussu gamalt tað var.