Ein tríggjar mánaðar gomul genta í Suðurkorea misti lívið, tí foreldur hennara vóru meiri upptikin av at spæla teldu enn taka sær av henni. Lítla gentan fekk bert at eta eina ferð um dagin, meðan foreldrini spældu upp til 12 tímar út í eitt.
Sambært løgregluni vóru bæði foreldrini koyrd frá sínum arbeiðum, og tey nýttu leiklutaspælið Prius Online at flýggja frá gerandisdegnum við.
Í staðin fyri at uppala lítlu dóttir teirra, vóru tey upptikin av at uppala ein óveruligan teldufigur.
Gentan búði upprunaliga hjá ommu sínari, sum tók sær væl av henni, men tá ið hon flutti aftur til foreldrini, bleiv galið.
Løgreglan royndi at handtaka foreldrini, men tey rýmdu beint eftir jarðarferðina. Nýliga vórðu tey tó handtikin og ákærd fyri
harðskap og umsorganarsvik mótvegis barninum.
Foreldrini søgdu við løgregluna, at tey ikki longur spæla telduspøl, av tí at tey hava so ringa samvitsku.
Suðurkorea hevur eina sera framkomna KT-mentan, men av tí sama hava tey trupulleikar við fólki, ið spæla ov nógv telduspøl.
Kelda: bt.dk










