Pinkubarn ikki at finna

Løgreglan í Danmark stendur framvegis púra á berum í málinum um pinkubarnið, sum foreldrini burturfluttu av sjúkrahúsinum í Esbjerg seinasta fríggjadag Foreldrini eru rúsevnamisnýtarar. Tí gjørdu myndugleikarnir av at taka barnið frá teimum, men tað vildu tey ikki og fóru avstað við tí.

Lars Bjerregaard, sum stendur fyri leitingini hjá løgregluni, sigur við Ritzau, at løgreglan hevur fingið nógvar upplýsingar og ábendingar, men at einki hevur givið nakað úrslit. Hann ásannar, at tíðin gongur undan, tí barnið má fáa viðgerð, eftir sum foreldrini eru misnýtarar.

Barnið og foreldrini eru nú eftirlýst í øllum Evropa.