Í morgun er eitt nýføtt pinkubarn funnið í einum beriposa aftanfyri ein transformator á Østre Landevej í Maribo í Danmark. Løgreglan, sum sóknast eftir mammuni til barnið, sigur, at mamman helst hevur sloppið sær av við barnið umleið ein tíma eftir, at hon hevur føtt tað.
Tað var klokkan 10 í morgun, at ein kvinna, sum var farin á lufta hundin, fann pinkubarnið, sum hevði lágan kropshita. Løgreglan metir, at talan hevur verið um eina føðing heima við hús.
- Dreingjabarnið var nýborið, tá tað varð funnið. Tað var hundurin hjá kvinnuni, sum vísti áhuga fyri hesum beriposa frá Rema 1000, og í posanum lá pinkubarnið.
Danska løgreglan sigur, at barnið er á lívi og er nú á sjúkrahúsi til kanningar.
- Tað hevur helst bjargað lívinum á barninum, at tað varð funnið so tíðliga, sigur løgreglan.
Tað eru danskar heimasíður, sum bera hesi tíðindi í dag.