Pinkalítlar gerandissøgur

Føroya Skúlabókagrunnur hevur givið út barnabókina ?Eg eigi? eftir Steinbjørn B. Jacobsen við myndum eftir Bárð Jákupsson

 

BØKUR

Føroya Skúlabókagrunnur hevur givið út barnabókina ?Eg eigi? eftir Steinbjørn B. Jacobsen. Bárður Jákupsson hevur teknað myndirnar í bókini, eins og kápumyndina sum er í litum.

Henda bókin breðgur eitt sindur frá tí vanliga. Hon minnir ikki sørt um Miu og Dia, sum í fleiri ár hevur verið brúkt í skúlanum sum lesibók í teimum yngstu flokkunum. Tað sum eyðkennir bókina er, at fá orð verða brúkt til at gera eina pinkulítla gerandissøgu, sum børnini hava lætt við at kenna aftur, og sum er løtt at lesa. Hesar søgur kunnu eisini stuðla børnum til sjálvi at skapa okkurt líknandi, av tí at tær stuttu og einføldu søgurnar saman við frálíku tekningunum kunnu birta upp undir barnsins hugflog og skapanarevni. Tónin í øllum søgunum er lættur og skemtingarsamur.

Aftast í bókini eru fýra barnasangir við nótum. Hóast bókin ikki er partur í Snípurøðini við lættlesibókum, hevur hon tann gula ?snípulitin? til byrjanarstig og hóskar vegleiðandi sum framíhjálestur í 2. og 3. flokki fólkaskúlans. Teksturin er skipaður soleiðis, at bókin skal vera lættari at lesa hjá teim yngstu børnunum í fólkaskúlanum

?Eg eigi? er 56 blaðsíður og kostar 48 krónur.