Hóast tær ikki vilja út við, hvat fyrsta sendingin mikudagin kemur at snúgva seg um, siga tær tríggjar, at tað avgjørt verður spennandi at tendra fyri útvarpinum kl. 15 í morgin. “Vit kunnu sjálvandi ikki avdúka, hvat sendingin í morgin kemur at snúgva seg um, tí soleiðis er journalistikkur jú,” sigur Ragnhild og smílist.
Hóast tær hava onkrar royndir innan journalistikk, er tað fyrstu ferð, at tær tríggjar fara undir at arbeiða innan útvarp. “Vit halda tað vera eina spennandi avbjóðing og tað var eisini tí, vit søgdu ja til at hava sendingina, tá ið Rás 2 spurdi okkum. Vit gleða okkum sera nógv til at síggja, hvussu alt fer at rigga,” siga tær.
Lurtarin er miðdepilin
Hóast sendingin er ein ungdómssending, halda genturnar, at onnur fólk eisini kunnu lurta eftir henni. Nógv ungdómsevni verða sjálvandi tikin upp, men tær meta, at tað eisini verður okkurt, ið er áhugavert fyri øll, tí tær fara eisini at taka evnir upp, sum eru nógv uppi í tíðini. “Sendingin verður væntandi bæði lærurík og stuttlig,” sigur Heiða. “Vit eru nevniliga als ikki bangnar fyri tabu-evnum.”
Enn er ikki heilt greitt, hvat innihaldið í sendingini fer at verða. Hetta siga tær er orsakað av, at pláss skal vera fyri tí einstaka lurtaranum. Tær ætla at halda ymisk tiltøk fyri at fáa lurtaran meira við. Hetta umfatar m.a. livandi tónleik, ymiskar kappingar og kjak. Tær vóna, at “Pink” kann gerast eitt sindur øðrvísi enn hinar sendingarnar við tað, at hon bæði er ungdommilig og upplýsandi. “Den som intet vover, intet vinder,” endar Ragnhild við einum smíli.
Sendingin verður at hoyra beinleiðis á Rás 2 hvønn mikudag kl. 15-17.










