Ungdómssendingin Pink á Rás 2 fer í dag undir eina kapping millum føroyskar fótbóltsspælarar. Lekrasti fótbóltsspælarin skal finnast Pink verður send á Rás 2 frá kl. 15.05 til kl. 17.00 í dag, og í sendingini í dag fara tær tríggjar, Ragnhild, Sóley og Heiða, undir eina nýggja kapping, har ætlanin er at finna lekrasta fótbóltsspælara í landinum.
Í dag skal lekrasti spælari í AB, KÍ og EB/Streymi finnast. Fólk kunnu atkvøða, og tann, sum fær flest atkvøður úr hvørjum felagi, fer víðari í kappingini.
Fólk kunnu senda uppskot, atkvøður og grundgevingar via sms til tlf. nr. 559999.