Ungdómssendingin PINK sendir beinleiðis frá skrúgonguni til frama fyri sjálvbjargni seinnapartin.
PINK á Rás2 - beinleiðis frá klokkan 15-17. Loysingarfólk vilja ikki sita hendur í favn og hyggja at, meðan samráðingarnar millum ABC-flokkarnar fara fram.
Tí verður í dag skipað fyri eini skrúgongu til frama fyri fullveldi, ella fyri sjálvbjargni, sum stigtakararnir velja at kalla átakið.
Gongan fer úr Sjónleikarhúsinum klokkan 1530 seinnapartin oman á Vaglið.
- Vit vilja vísa á, at sjálvbjargnisflokkarnir vunnu valið leygardagin og at fólkið ynskir sjálvbjargni, sigur Sunneva Háberg Eysturstein, ið er ein av fyriskiparunum til sjálvbjargnisgonguna.
Ungdómssendingin PINK fer seinnapartin at fylgja við skrúgonguni - beinleiðis á Rás2 frá klokkan 15-17.










