Pink er farin í luftina

Ungdómssendingin ?Pink? fór fyri fyrstu ferð í luftina í dag.

Sendingin, sum Ragnhild, Heiða og Sóleyð standa fyri, verður at hoyra á Rás2 hvønn mikudag frá kl. 15-17. Fyrsta sendingin var ein intro og frágreiðing um, hvat komandi sendingar fara at snúgva seg um. ?Tað er fantastiskt at vit sleppa at ávirka tað, tey senda í útvarpinum,? segði Heiða í sendingini.

Fyrr í vikuni fekk planet.fo sær eitt prát við vertirnar, har tær greiddu frá, at tær vildu hava lurtaran at vera miðdepilin í sendingini og júst hetta speglaðist eisini aftur í sendingini í dag.

 

Tó tosaðu tær ikki bert um komandi ætlanir. Eisini var pláss fyri at kjakast um konsertina hjá Coolio og Crystal Waters, sum var í vikuskiftinum. Tær vóru allar tríggjar samdar um, at konsertin hevði verið sera væleydnað og tær høvdu eftir konsertina fingið sær eitt lítið prát við Crystal Waters um, hvussu kvinnur verða viðførdar innan tónleik. Ymiskar samrøður komu eisini at merkja sendingina í dag og fleiri lurtarir ringdu ella sms?aðu inn til Rás 2.

 

Tá ið sendingin var við at líða ímóti endanum, tosaðu genturnar um, hvussu tær sjálvar hildu, sendingin hevði verið.

Sóleyð: ?Áðrenn sendingin byrjaði, var eg eitt sindur spent. Og hvussu halda tit, tað hevur gingist??

Ragnhild: ?Heilt væl. Vit hava kanska tosað eitt sindur nógv og verið eitt sindur blondinisligar og roksutar viðhvørt, men soleiðis fer ikki at vera hvørja ferð. So verður tað keðiligt at lurta eftir.?

 

Sóleyð er tann einasta, ið áður hevur arbeitt innan útvarp, men niðurstøðan eftir at hava hoyrt tveir tímar langu sendingina í dag, má verða tann, at tríggjar genturnar fara at hava nógv stuttligt at bjóða framyvir...