Skála stríðist fyri lívinum í bestu deildini, og B36 stríðist fyri atgongumerki til europeisku kappingina næsta summar.
Tað sást ikki so væl, at tað vóru 44 stig millum liðini undir Mýruhjalla ídag.
B36 vann 2-1, men tað stóð øgiliga nógv á, áðrenn tað var greitt, at árstalsfelagið skuldi hava øll stigini í viðførinum suðuraftur.
Sebastian Pingel skoraði sigursmálið. Hetta var mál nummar 11 hjá danska álopsspælaranum í ár.
Síðstu stóru løtuna reið tað um snarið, og løtuna, áðrenn B36 skoraði sigursmálið, hevði Skála fleiri góðar royndir. Eitt nú vóru Ronni Møller-Iversen, Poul Kallsberg og Jan Ingason Hansen í góðum støðum, uttan at tað eydnaðist at fáa bóltin í málið.
Tølini siga, at gestirnir høvdu meiri bóltin og fleiri royndir. Skála hevði eit hornaspark, og B36 hevði fimm hornaspørk. B36 hevði átta royndir á Skála málið og ellivu royndir framvið málinum. Skála hevði fýra royndir á málið og fýra royndir framvið málinum.
Nógvir áskoðarar sóu ikki fyrsta málið, tí stóripinnur hevði bara verið einaferð runt, tá ið Hannes Agnarsson legði B36 á odda 1-0.
B36 leiðslan helt í meiri enn ein hálvan tíma. Tíggju minuttir undan steðginum javnaði Aksel B. Danielsen til 1-1. Uppleggið átti Poul Kallsberg.
Fyrsta hálva tíman eftir steðgin hevði B36 fleiri heilt stórar møguleikar at leggja sag á odda, men marginalirnir vóru ikki við, og eitt nú Michal Przybylski, sum fyrr í summar skoraði nógv mál, hevur ikki havt eydnuna við sær seinastu nógvu vikurnar, og tað hevði hann heldur ikki ídag.
So var um reppið, at Skála í fleiri førum skoraði og legði seg á sigurskós. Tað eydnaðist ikki, og at enda var tað Sebastian Pingel, sum gestirnir hálsfevndu og fegnaðust um sigurin, ið ber við sær, at B36 framvegis er við í kappingini um heiðursmerkini og pláss í Europa næsta summar.