Pingel til B36

Sum væntað hevur B36 styrkt seg við danska Sebastian Pingel

Mynd: b36.fo

Í farna mánaði var 22 ára gamli danin, Sebastian Pingel, til royndarvenjing hjá B36. Royndarvenjingin hevur óivað gingið væl, tí at í dag hevur B36 kunngjørt, at danski áleyparin hevur skrivað undir sáttmála.

 

Sebastian Pingel sigur soleiðis við heimasíðuna hjá B36:

 

- Ein tann fremsta orsøkin til, at eg havi valt B36 er, at eg alt fyri eitt kendi meg sera væl í felagnum. Hóast eg bara var nakrar dagar í vetur, so upplivdi eg eitt sera gott samanhald í hópinum og millum venjarar og spælarar.

 

 

- Eisini hevur B36 eitt lið, sum spælir góðan fótbólt, har bólturin fyri tað nógva er á jørðini, og har menn eru fúsis at renna fyri hvørjum øðrum, og tað dámar væl, sigur Pingel við heimasíðuna hjá B36.

 

Sebastian Pingel kemur tó ikki til Føroyar fyrr enn í februar mánaði. Um mánaðarskiftið fer besti hópurin hjá B36 á venjingarlegu í Gran Canaria. Pingel verður við á venjingarleguni, og kemur hann síðani til Føroya við restini av hópinum hjá B36.

Mynd: b36.fo

Mynd: b36.fo

Mynd: b36.fo

Mynd: b36.fo

Mynd: b36.fo