##med2##
Danski arbeiðshesturin, Sebastian Pingel legði aftur eitt megnar avrik fyri dagin, tá B36 skrivaði søgu við at vinna seg víðari til 3. undanumfarið í Europa League undankappingini við einum 7-6 sigri á The New Saints FC aftaná longda leiktíð og brotssparkskapping.
- Hetta var ein ordans mannfólkainnsatsur. Hetta vísir hvat vit duga, hvat vit eru gjørdir av, og hvat vit standa fyri, slær ein fegin Pingel fast.
Pingel tók dýran til hvussu stórt tað var at skriva føroyska fótbóltssøgu, og brúkti okkurt orð sum ikki stendur í móðirmálsorðabókini.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Sebastian Pingel, ið eisini greiddi frá hvussu hann fekk sent brotssparkið til støðuna 7-6 framvið málverjanum hjá TNS.
HER ber til at hoyra Trónd Arge siga frá hæddarpunktunum frá tí minniliga og søguliga dystinum.
HER ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við málverjan - og bjargingarmannin - Róa Mørk Hentze.
HER ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Stefan Radosavljevic, ið skoraði til 2-2.
HER ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Jákup á Borg og Michal Przybylski