Pingel: Eg átti at byrja inni

(Frá Rás2) Stríðsmaðurin hjá HB er vónsvikin um, at teir ikki ruddaðu burtur tá KÍ skoraði sigursmálið

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Sebastian Pingel hjá HB, sum kom inn fyri ein skaddan Ára Mohr Olsen, tá bara 20 minuttir vóru farnir av dystinum millum KÍ og HB. Ein dystur KÍ vann 1-0 við einum máli Dion Splidt skoraði beint áðrenn steðgin.

 

Um málið heldur Sebastian Pingel, at tað var vánaligt, at teir í HB ikki ruddaðu bóltin burtur áðrenn Dion Splidt kom í støðuna at kunna skjóta bóltin í netið til 1-0 til KÍ, sum gjørdist sigursmálið.

 

Sebastian Pingel er heldur ikki nøgdur við, at hann ikki slapp at byrja inni. Hann heldur, at júst ein dystur ímóti KÍ, har stríðast skal fyri sakini er ein dystur har hann eigur at byrja inni.

 

Nú ger Sebastian Pingel saman við liðfeløgunum klárt til seinnu hálvfinaluna ímóti B36 í kappingini um løgmanssteypið, har støðan er 1-1 frá tí fyrra dystinum har B36 hevði heimavøll: - Nú mugu vit bara knúsa B36, sigur Sebastian Pingel um fyrrverandi liðið hjá sær.