Ópinberandi yrkingar

Í hesum døgum kemur út yrkingasavnið Nú ríður tú heim, ið eru týðingar hjá Heðini M. Klein av einum av fremstu norsku yrkjarararnum í nýggjari tíð

Í formælinum sigur týðarin, at tað var sum ein opinbering at lesa yrkingarnar hjá Olav H. Hauge í tíðarsamanhangi, og at orðini hjá Chr. Matras um einfeldina í orðum komu til sín rætt, so hvørt sum hann hevur lisið seg fram í skaldskapi hansara.
Óvanligur arbeiðsmaður
Olav H.Hauge 1908-1994 er norskur yrkjari, føddur í Ulvik. Hann var garðyrkismaður og kallaði seg sjálvan  ein vanligan arbeiðsmann. Í veruleikanum var hann ein óvanligur arbeiðsmaður, var kendur sum fremsti norski lýrikari í nýggjari tíð. Hann gav út seks yrkingasøvn. Tað fyrsta kom út í 1946, og synd er at siga, at fólkið í heimbygdini góvu honum nakran serligan ans. Í bókahandlinum í bygdini varð eitt yrkingasavn bílagt, tí ein áhugaður vanligur hevði biðið um tað. Hetta broyttist tó, tá ið Hauge gjørdist viðurkendur yrkjari bæði úti og heima.
Styltur
Olav H. Hauge var bæði klassisistur og modernistur; Spennið og skaldsliga flogið í yrking hansara, frá tí staðbundna til tað almenna, frá tí samansetta í formi og innihaldi til tað leyshenta, hevur svarað so væl aftur hjá bæði leikum og lærdum, at hann verður mettur at vera millum mætastu norsku yrkjarar í nýggjari tíð.
Modernistur var hann tó ikki mettur at vera, fyrr enn yrkingasavnið Dropar i austavind kom út í 1966. Hetta lýsir hann sjálvur í einari yrking:
Eisini hann fekk hug at royna
hesar nýggju stylturnar.
Hann hevur klórað seg upp
og stígur varliga sum ein storkur
Undarligt so víðsýntur hann gjørdist.
Hann kann enntá telja seyðin hjá grannanum.
Hendan  og aðrar framúrskarandi yrkingar kunnu lesast í nýggja yrkingasavninum, sum Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur út í hesum døgum, og sum Heðin M.Klein hevur týtt.
Allar yrkingarnar í Nú ríður tú heim eru úr Dropar i austavind, sum av mongum verður hildið at vera eitt hitt merkisverdasta norska yrkingasavnið í seinnu helvt av 20. øld.
Nú ríður tú heim fæst í bókahandlum kring landið.