Pílurin vendir rætta vegin hjá Arsenal

Men hjá finalistunum í Borussia Dortmund var tað ikki sannførandi í Napoli, har heimaliðið vann 2-1

Eftir óvæntaða tapið í fyrsta umfari í heimligu landskappingini hevur tað gingið sum eftir ánni hjá Arsenal, og soleiðis var tað eisini í kvøld. Arsenal vann 2-1 á útivølli ímóti franska Marseille, og serlirliga í 2. Hálvleiki var Arsenal meiri á bóltinum enn heimaliðið.

Eftir 1. hálvleik var tað málleyst. Tjúgu minuttir eftir steðgin var tað rappfótaði Theo Walcott, sum við fluktara setti hol á. Fraklendingarnir royndu at trýsta fyri at fáa javnvág í aftur, men í staðin fyri var tað walisiski miðvallarin Aaron Ramsey, sum seks minuttir undan leikloki økti um munin við skoti av brotsteigarmarkinum.

Arsenal hevði tak á tí, hóast Jordan Ayew í síðsta minutti minkaði um munin við brotssparki.

Napoli hevði vitjan av Borussia Dortmund, sum í fjør tapti finaluna ímóti Bayern. Tað eydnaðist ikki týska liðnum at hava úrtøku í viðførinum heim aftur til Týsklands. Ein av orsøkunum var, at liðið varð undirmannað í evstu løtu undan steðginum, tá ið málverjin Roman Weidenfeller varð rikin av vølli, tí hann brúkti hendurnar uttanfyri brotsteigin.

Tá var støðan 1-0. Gonzalo Higuain, argentiski álopsspælarin, sum í summar flutti úr Real Madrid og til Napoli, skoraði, tá ið ein hálvur tími var farin, og Lorenzo Insigne økti um leiðsluna við framúr frísparki í 67. minutti. Tríggjar minuttir undan leikloki minkaði Dortmund um munin, tá ið kolumbianski  Juan Camilo Zuniga gjørdi sjálvmál till 2-1, sum varð úrslitið.