Piltar hertaka Sevmýri

Í morgin skipa piltarnir hjá TB fyri stórum tiltaki úti á fótbóltsvøllinum og í TB húsinum

Tiltak

Í morgin verður Sevmýri á Tvøroyri karmurin um eitt stórt tiltak, sum piltarnir hjá TB skipa fyri.
Tað verður mestsum allan leygardagin, frá klokkan 15 seinnapartin, til langt út á náttina, at Piltarnir hertaka Sevmýri við ymsum tiltøkum.
Fyrsta tiltakið á skránni er klokkan 15, tá ið neytamykjukapping verður á fótbóltsvøllinum á Sevmýri. Har er høvuðsvinningurin ein oksi úr Øravík, men tað eru eisini 10 aðrir vinningar at vinna, eitt nú lamb, gás, dunnur, kaffimaskina og sodavatn.
Klokkan 15.30 verður tiltak í TB húsinum, har ein gandakallur og ein búktalari frá Octopus fara at undirhalda. Atgongumerkið til tað framførsluna kostar 40 krónur.
Leygarkvøldið frá klokkan 20 til 23 verður barnadiskotek í TB húsinum og aftaná tað sleppur ungdómurin framat, tí tá verður vanligt diskotek í TB húsinum, har Stifttonn skipar fyri tónleikinum.

Góðar vónir
Poul F, sum er ein av venjarunum hjá teimum ungu spælarunum hjá TB, sigur, at piltarnir royna at savna sær pening saman til eina stóra uttanlandsferð næsta summar.
Og alt, sum kemur inn á hesum tiltakinum í morgin, skal brúkast til hesa ferðina.
? Talan verður tilsamans um 25 piltar, sum skulu uttanlands at vera við í eini stórari fótbóltskapping ið nevnist Copenhagen Tivoli Cup.
Hetta verður eitt upplivilsi fyri lívið hjá piltunum, tí talan er um eina ógvuliga stóra kapping, har spælarar úr einum 20 londum úr øllum heiminum hittast.
Poul F hevur annars góðar vónir um framtíðina hjá TB, tí tað hevur hilnast væl hjá teimum ungu. Í ár vunnu piltarnir økisbólkin og nakrir av teimum hava framvegis aldur at vera við í piltunum næsta ár. Í fjør gjørdust hesir somu dreingir føroyameistarar hjá smápiltunum.
Og smápiltarnir í ár, teir, sum verða piltar næsta ár, vórðu nummar tvey í ár.