Piltabóltur í Klaksvík

Eins og vanligt skipar KÍ aftur í ár fyri sonevndu John Reid kappingini, ið er fyri piltar

Í tíðindaskrivi hevur KÍ boðað frá, at árliga John Reid kappingin verður hildin leygardagin 12. august.


Talið á luttakandi liðunum eru í ár 7, og eru koma hesi frá 6 ymsum feløgum. Talan er um lið úr HB, sum hevur 2 lið, EB/Streym, NSÍ, B36, KÍ og ÍF.

Áðrenn komið verður til avgerandi dystirnar, verða liðini fyrst býtt í tveir bólkar. Í bólki 1 eru HBa, EB/Streymur, NSÍ og B36 a. Trý lið eru í bólki 2, nevnliga HBb, KÍa og ÍF.


Lættari hjá teimum smærru

Kappingin er sett at byrja kl. 12.00, tá farið verður undir bólkaspælið. Av tí at spælt verður um hálvan vøll, kunnu báðir bólkarnir avgreiðast í senn, soleiðis at kappingin kann vera liðug lonug kl. 17.00.

At kappast verður um hálvan vøll, merkir eisini, at tað er lættari hjá smærru feløgunum at gera seg galdandi. Ofta er tað nevnliga soleiðis hjá hesum feløgum, at tey hava fleiri frálíkar leikarar, men kortini ikki nóg nógvar til at hava eitt veruliga sterkt lið, tá spælast skal um heilan vøll.

Tá spælt verður, sum tað eitt verður í John Reid kappingini, krevjast bert 7 mans á hvørjum liði, og er tað munandi lættari at seta lið saman. Hóast tað bert kunnu vera 7 mans á vøllinum í senn, kann hvørt lið mynstra við 13 leikarunum, so hóast alt er eisini rúmd fyri tiemum feløgum, sum hava ein hampuliga stóran leikarahóp.

Eftir kappingina verða heiðursmerki latin trimum teimum fremstu, umframt at ferðasteyp verður latið vinnandi liðnum.

Eisini er møguleiki hjá leikarunum at fáa sær ein bita í KÍ høllini.