Í dag verður fyrilestur, har Copenhagen AirTaxi kunnar um útbúgvingina sum flogskipari Tað eru helst fleiri - bæði ung sum vaksin - ið hava ein dreym um at gerast flogskipari.
Ein av skúlunum, har kunnleikin til yrkið kann fáast til vega, er Copenhagen AirTaxi í Roskilde, sum hevur 47 ár á baki.
Talan er um sonevndu trafikflúgvara-útbúgvingina, og verður fyrilestur um evnið altso í Miðlahúsinum í dag klokkan 15.
Um skúlan sjálvan er annars meira at lesa á www.aircat.dk.