Vánalig floglíkindi í Vágum hava við sær, at eitt av høvuðsnøvnunum á Fjarðafestivalinum ikki er komið til landið, men bíðar í Bergen eftir betri líkindum Amerikanski rockbólkurin Pillar er eitt av stóru nøvnunum á Fjarðafestivalinum, sum verður hildin hetta vikuskiftið.
Pillar skuldi koma til Føroya í dag, men floglíkindini í Vágum eru vánalig. Tí er flogfarið, har Pillar er umborð, fara til Bergens at bíða eftir betri líkindum. Nærri boð um flogferðsluna verða givin um eina løtu.
Pillar skal spæla leygarkvøldið, so enn er góð tíð at fáa teir til landið. Øll hini útlendsku nøvnini, ið spæla á Fjarðafestivalinum, eru komin til landið.










