Pillar buldraðu festivalin av

Fjarðafestivalurin 2007 er av, og endaði við, at høvuðsnavnið, Pillar, vísti, júst hví teir vóru høvuðsnavnið á festivalinum. Bólkurin spældi NU-metal, í stíl við Linkin Park og Limp Bizkit. Gjøgnumført, væl spælt og fullkomiliga rock?n?roll. Bólkurin er als ikki nýskapandi, men tað ger minni, her var nógv orka og sum endi á einum festivali, hevur orkan nógv at siga.

 

Frásøgumaðurin inni í Kelduni segði eftir konsertina hjá Heina Lützen, at veðrið var vorðið betur, men hesum var sera lítil sannleiki í, tí úti á festivaløkinum regnaði illa og ættin lá beint inn á pallin. Men hetta steðgaði ikki Pillar, teir buldraðu og brakaðu og hóast sangarin hevði karm, áðrenn framførslan var av, og við sínum egnu orðum var sera kaldur, so gav hann seg fult út. Serliga í teimum løgunum har hann brølaði, var hann frálíkur, annars rappaði og sang hann seg væl gjøgnum framførsluna.

 

Trummuleikarin hjá Pillar var heilt fantastiskur, hann spældi við sera nógvum yvirskoti, og gav framførsluni tann botn, ið gjørdi hana feita.

 

Løgini hjá Pillar eru góð, og við fangandi niðurløgum var syngi-við-góðskan høg.