Kári við Stein
4. mars.
Frætt er úr Eysturgrønlandi. Onkrir bátar hava fingið fyri døgnið millum 5-6 tons, tað er ikki tað stóra. Ein norskur trolari misti trý trol og tveir klumpar og lemmar í ódnarveðri. Men dagin eftir vóru teir so hepnir at fiska alt upp aftur uttan annan lemmin. Ein annar norskur trolari er farin inn at landa. Teir hava verið út fyri tveimum óhappum. Afturmasturin var brotnað, og hon lá á dekkinum, har sum menninir ganga og seta stroppar á undir háling. Til alla lukku er hetta hent, meðan ongin var á dekkinum. Síðan brotnaði antennan til Imersatnetið.
6.mars
loysti ”Polar Amaroq” aftur frá kai til nýggjan túr. Tað bleiv ein dagur ov nógv at liggja. Teir skuldu hava tveir deilir. Tað kom bert annar av teimum við flogfarinum úr Danmark mánadagin. Hin kom so ikki fyrrenn týsdagin. So skjótt sum tað var monterað bleiv loyst.
”Markus” hevur verið í Nuuk og landað. Sum skilst skulu fleiri bátar landa í Nuuk í komandi viku.
10. mars
Í dag er stilli og – 1 stig. Hann lovar kuling og yvirísing her út fyri Sisimiut. ”Natarnak” kom inn til Nuuk at landa í morgun. Sum skilst hava teir fulla last. Teir rokna við at loysa í morgin seinnapartin. ”Lómur” var inni her og landaði. Teir høvdu um 90 tons inni, næsta túr skula teir landa í Pamiut.
Týsdagur 13. mars
Í dag er vindur av norði við jarðroki. Tað eru aftur trupulleikar við flogferðsluni. Í dag er ”Nanok Trawl” inni í Nuuk og landar. Her eru fleiri av teimun sokallaðu 79 tonsarunum komnir fullir undir lúkunar av ísaðum rækjum. Sum skilst royna teir uppi á Diskobankanum.
Hósdagur 15 mars
Í dag eru –8 stig og lot av eystri. Vestísurin lá líka inni ímóti Qarsittoyggjunum í gjáramorgunin. Men hann fór við fullari ferð vestur aftur í havið. Tað kom nógvur vindur av eystri, og tað setti gongd á ísin beinavegin.
”Steffan C” kom inn at millumlanda í morgun. Har var við at fyllast hjá teimum. Teir skulu annars inn at landa hósdagin í næstu viku. Teir fóru út aftur seinnapartin. Teir hava roynt uppi í tí sokallaða Kassanum. Har sleppa bert 5 av teimun størru trolarunum at royna og so teir smærru bátarnir.
Einki er sum roysningaspik
Ein bátur hiðani er komin aftur av roysningajagt. Teir hava skotið fimm tilsamans umleið 35-40 fjórðingar vestur frá Sisimiut millum allan ísin. Roysningur smakkar væl. Eg kann ikki samanlíknan við nakað annað. Tig og tala ikki um spikið, hvussu væl tað smakkar!
Ivasom nytta av nýggjum rækjuvirki
Nú er nógvur gravgangur fyri at fáa opnað rækjuvirkið í Aasiat (Egedesinde). Har er okkurt sett í gongd. Sum greitt frá seinast vóru tað 13.000 tons av innanskerskvotuni av rækjum, sum ikki blivu veidd í fjør. Summir meina, at tað var tí, at bátarnir lógu ov nógv við bryggju. Men hetta var nú eftir boðum frá Royal Greenland. Í dag tosaði eg við ein ráðgeva úr Norra, sum hevur arbeitt fyri Royal Greenland. Eg spurdi hann, hvat hann meinti um, at tað var komin gongd á at opna virkið í Aasiat. Hann segði, at tað hopaði hann ikki, tí tað for at taka lívið av teimun smærru rækjubátunum. Hann segði, at prísurin var ringur, sum nú er, og hann verður nógv verri við størri framleiðslu. Hann tók sum dømi, at við einum virki afturat verða allar goymslur í Danmark fyltar upp við pilkaðum rækjum og hetta fer at merkja lægri prís. Sum dømi um støðuna nevndi hann, at í Noreg vóru 32 rækjuvirkir fyri nøkrum árum síðani, og í dag eru bara 2 virkir eftir. Har eru nógv túsund tons, sum ikki verða veidd fyri ikki at trýsta prísin.
Leygardagur 17 mars
Væl av jákupsskel
Í dag eru –17 stig og væl av vindi av suðri við jarðroki. Jákupsskeljaskipið ”Anna Kiil” landaði í gjár 22 tons av pilkaðum skeljum. Eg tosaði við skiparan um, hvussu prísurin var fyri tíðina. Hann segði, at teir fingu knappar 80 kr fyri kilo, og tað sær út, sum at prísurin er á veg longur niður. Tað verður pilkað við hond umborð. Eg spurdi, hvat tey, sum pilka, fáa burturúr. Tey hava eina akkord, sum er knappar 24 krónur pr. kg. Tað eru mest konufólk sum pilka og tær eru nógv tær kvikastu. Skiparin tók til, at ein umborð henda túrin hevur pilkað knapt 2.700 kilo í hesar 5 vikurnar, túrurin hevur vart. Hetta gevur eina løn upp á góðar kr. 60.000 kr áðrenn skatt. Tað er saktans gott. Teir royna mest á teimun plássum, sum teir hava kvotur til. Men um teir finna okkurt nýtt øki við skeljum fiska teir so nógv sum til ber.
Ein nokk so stórur ísskossi lá inni í fjarðarmunnanum í morgun. Tað er ikki vanligt her hjá okkum. Teir liggja mest uttanfyri. Onkrir vóru úti har og tóku sær nakað av ísklumpum til serstøk endamál.
”Tasermiut” er á veg inn til Nuuk at landa. Teir hava fulla last, um 380 tons, inni, og teir skula landa í morgin í Nuuk. Teir byrjaðu túrin 27. februar. Við ”Tasermiut” eru 5 føroyingar. Skipari er Ivan Olsen, skálamaður í Havn, maskinstjóri er Hans Sørensen, eisini skálamaður í Havn, 1. meistari er Johannes Juhl Johannesen frá Gjógv, sum býr á Skála. 2. meistari er Jan Gaardbo Toftir. So er ikki at forgloyma ein av teimum grand old monnum hjá Royal Greenland fabrikssjefurin Símun Fuglø. Hann er uppvaksin í Klaksvík men býr í Danmark. Símun hevur verið í Royal Greenland í 22 ár. Hann hevur føðingardag í skrivandi stund. Aldurin snakka vit ikki um. Tillukku Símun vi degnum!
Sunnudagur 18. mars.
Í dag eru –10 stig og vindur av suðri. ”Steffan C” var her í nátt við einum skaddum manni. Sum skilst hevur brotið fótin eftir at hava fingið hann í klemmu undir pavnalúkuni.
Hetta er so tað sum er fyri hesaferð.