Pilgrim til mannfólkini eisini

Smúkkurnar frá Pilgrim kenna tey flestu konufólk væl til. Vakurt samansettar blómur og firvaldar. Romantiskt og sera kvinnuligt. Seinasta vørusendingin frá Pilgrim er tó eitt sindur øðrvísi. Til kvinnurnar eru tær siðbundnu blómurnar ikki so nógvar, men tað eru stórir gimsteinar, ið ráða.

Mannfólkini hava eisini fingið sínar egnu smúkkur frá Pilgrim. Hálsbond, lyklaringar, vanligir ringar og armbond eru millum teir.
Litirnir eru døkkir, mest svart, og líka sum smúkkurnar til kvinnur eru sera kvinnuligar hava tey á Pilgrim lukkast at gera sera manligar smúkkur til mannfólkini.