Pílarnir peika upp og niður

Meðan HB er í sigursgongu, so hevur ÍF ikki vunnið fimm ferðir á rað

Gongdin higartil í ár hevur verið sera misjøvn hjá meistarunum í HB og silvurvinnarunum í ÍF. Tá ið liðini hittust í Gundadali í 2. umfari vann HB 3-1, eftir at ÍF hevði verið frammanfyri 1-0, og eftir at ÍF í løtum hevði verið leikliga omaná.

Mánakvøldið endaði tað 1-1, tá ið ÍF vitjaði B68. Hóast fuglfirðingar mistu sigurin í næstsíðsta minutti, so var venjarin Albert Ellefsen ikki so vónsvikin, og hann sá møguleikar í avrikinum, sum tað kann byggjast á:

-HB er eitt sera gott lið, so tað verður stór avbjóðing. Ímóti B68 fokuseraðu vit sera nógv á verjupartin, ið dystirnar frammanundan ikki hevði verið sannførandi, og tað var nógv betri, staðfestir ÍF venjarin.

 

HB venjarin broytti sítt lið eitt sindur eftir steðgin í Klaksvík, og tá var fótbóltsspælið betri, enn tað hevði verið frammanundan. Avrikið í 2. hálvleiki er vert at byggja víðari á:

-Vit ætla okkum at vinna øll stigini í Fuglafirði. Leikararnir arbeiddu væl seinna hálvleik í Klaksvík, og um teir gera tað, so hava vit eisini hesa ferð møguleika at vinna, sigur Heðin Askham.

Hjá HB er tað smeitur, at Andrew av Fløtum er skaddur. Orsaka av vøddaskaða verður roknað við, at hann ikki verður tøkur tær báðar næstu vikurnar.

Hjá ÍF er tað ivi um fleiri av lyklaspælarunum. Høgni Zachariassen er um at vera klárur, eftir at hann hevur verið skaddur tað mesta av árinum. Jákup Mikkelsen og Bogi Reinert Petersen hava eisini drigist við skaðar.