Pílarnir peika hvønn sín veg

Meðan NSÍ ikki hevur vunnið fimm ferðir á rað, so er B36 ósigrað og topplið eftir fýra sigrar á rað

Tað plagar at verða roknað sum stór avbjóðing av vitja í Runavík, men tað liggur ikki í kortunum, at NSÍ í dag skal vinna.

 Úrslitini higartil í ár siga, at B36 er favorittur at fáa fult við Løkin seint seinnapartin. Árstalsfelagið hevur higartil verið fýra ferðir á útivøli,og hvørja ferð hevur tað eydnast at vinna. Málmunurin á útivølli er 14-6! Serliga avgerandi er tað, at at framrættaðu lyklaspælararnir eru framúr væl upplagdir. Síðsta dømið um hetta var í Klaksvík fyri viku síðani, tá ið Adeshina Lawal við framúr einmansavriki tók luftina úr ballónini.

 

 

Meðan B36 er ósigrað og fýra tær seinastu ferðirnar hevur vunnið fulla úrtøku, so er tað meiri soltið hjá NSÍ. Eftir fulla úrtøku í trimum teimum fyrstu umførunum ímóti teimum trimum, sum nú eru niðast á støðutalvuni, hevur tað ikki eydnast at vinna. Eftir hepna javnleikin ímóti KÍ á heimavølli og aftur eftir 3-0 tapið í Gøtu staðfesti Trygvi Mortensen, NSÍ venjarin, at tað ikki var nóg gott.

Hjá B36 er Símun Joensen ikki tøkur orsaka av knæskaða, og hjá NSÍ eru allir spælararnir tøkir.